Nýtt sjónbandalag og fløga á gáttuni

»Ferðsludráp« er óvanliga heitið á sanginum, sum bólkurin glóð hevur lagt á YouTube í morgun. Samstundis boðar bólkurin frá, at fløgan »Mítt stríð er mítt ríki« verður at fáa kring allar Føroyar í morgin.

 

»Ferðsludráp« er næsta staklagi, glóð letur av hondum og eins og við sanginum »Spilt tíð«, hevur bólkurin eisini gjørt eitt sjónbandalag, sum sæst niðanfyri hesa grein.

 

Sum heitið »Ferðsludráp« bendir á, er talan um eitt viðkvæmt evni, bólkurin tekur upp í hesum sangi. Eitt brot er soljóðandi:

 

»Ja, baby ger so væl og stíg mín bil inní?

Her er eitt so mega feitt, mobilt diskotek?

Eg traðki hart, hart, hart við tann helvitis fart?

Adrenalinið floymir runt í mær

Veit familja tín hvat væntar tær?

Skjótt hon tey bláu ljósini sær«

 

Tað er Hans Edward Andreasen, sum er oddamaður í bólkinum. Aftrat honum eru Rúni Mouritsen, Edmund í Garði og Kristoffur Mørkøre. Nýggja sjónbandalagið »Ferðsludráp« hjá glóð sæst niðanfyri hesa grein, eins og sjónbandalagið til »Spilt tíð«, sum varð kunngjørt fyri einum mánaði síðani, eisini ger tað.

 

Mynd: Heiðrik á Heygum hevur gjørt húsan til »Mítt stríð er mítt ríki« hjá glóð