Í dag gevur Heiðrikur sjónbandalagið, Break Up Song frá nýggju plátu hansara, Illusions út. Heiðrikur hevur sjálvur leikstjórnað og framleitt sjónbandalagið.
Plátan er komin út sum LP og verður tøk á stroymingartænastunum, Spotify og iTunes 27. mars.
##med2##
Ætlanir vóru at hava fleiri konsertir í sambandi við útgávuna av Illusions men allar eru útsettar til seinni á sumri orsaka Covid -19.
Serliga varð nógv gjørt burturúr at fyrireika stórfingna útgávukonsert, sum skuldi vera í Norðurlandahúsinum triða april. Henda konsertin er nú flutt til 29 august.
Heiðrikur er tó ikki fallin í fátt orsaka øllum avlýsinginum. Heldur hevur hann avgjørt at brúka hesa avbjóðandi og ørðvísi tíðina listarliga við at gera tónleik og sjónbandaløg á netinum. Millum annað hava hann og Lea Kampmann beinleiðis Korona konsertir á instagram og facebook hvønn dag kl 17.00