Nýtt sjónbandalag frá Fróða

Fróði & The Pink Slips, sum í summar góvu út fløguna The Mouse, hava nú latið eitt sjónbandalag av hondum. Talan er um lagið Diamond In The Rough, sum varð útgivið sum sjónbandalag á YouTube í gjárkvøldið.

 

Fróði Hansen, Jan Jensen, Bjartur Dal Christiansen og Sveinur Dam, ið allir eru partir av bólkinum, luttaka allir í sjónbandalagnum, sum í stóran mun er tikið upp á Bispebjerg Hospital í Danmark. Harumframt eru fleiri aðrir sjónleikarar við.

 

Tað er sviin Daniel Salan, sum hevur stjórnað upptøkunum til sjónbandalagið Diamond In The Rough, sum er at síggja niðanfyri.

 

Fróði Hansen verður annars at hoyra í Ghetto Føroyar á Rás2 hósdagin millum klokkan 14 og 16.

 

Mynd: Skermprent úr sjónbandalagnum.