Nýtt sjónbandalag frá Dan Olsentil til sangin "For You" varð almannakunngjørt í gjár. Sangurin kom út fyri fáum vikum og hevur síðan vundið uppá seg og spælt á fleiri útvarpsstøðum í Englandi, Skotlandi, Kanada og í Asia, sigur Dan Olsen.
Systkinabarn Dan Olsen, Elsa Anna Kjartansdóttir Mohr, spælir sjónleik. Sjónbandalagið er upptikið við Leitisvatn og í gomlu húsunum hjá langabba og langommu teirra í Sørvági, ið verða væl viðlíkahildin av mammubeiggjanum Niclas Rasmussen, greiðir hann frá.