Nýtt Sjálvstýri hevur havt sín fyrsta uppstilingarfund til býráðsvalið í Tórshavn, sum verður í november.
Ronald Poulsen, nevndarlimur, sigur, at næsti uppstillingarfundur verður fyrst í komandi mánaði.
-Tað hevur væl at fáa fólk uppá listan og vit royna at fylla hann, sigur Ronald Poulsen. Hann sigur víðari, at tað er misjavnt hvussu áhugin er hjá fólki at stilla upp, men at tey hava vónir um at fáa ein innvaldan. Sambært Ronald Poulsen inniber tað, at tey mugu arbeiða hart fyri at fáa ein sterkan lista.
Tað eru komin nøkur nøvn á listan, men felagið vil ikki gera tað alment fyrrenn allir uppstillingarfundirnir hava verið.
Ronald Poulsen er tann seinasti, ið hevur sitið inni í Tórshavnar býráð fyri Nýtt Sjálvstýri, tá Sjálvsstýrisflokkurin.
Hann sat í býráðnum frá 1980-88 og aftur frá 1992-2000, tá hann ikki bleiv afturvaldur og flokkurin misti harvið umboðanina, ið tey ikki hava vunnið aftur síðan.










