Nýtt Sjálvstýri fór úr tveimum upp í fýra býráðslimir í Klaksvík.
Fólkaflokkurin varveitir sínar fýra, meðan Javnaðarflokkurin fær tveir, ið er ein framgond á ein býráðslim.
Tjóðveldi er stóri taparin og missir tveir býráðslimie og fer niður í ein.
Jógvan Skorheim gjørdi nógv størsta hálið á valinum við 728 persónligum atkvøðum.
Nýggja býráðið í Klaksvík:
Gunvá við Keldu A
Beinir Johannesen A
Atli S. Justinussen A
Herfrí Sørensen A
Signhild V. Johannesen C
Tummas Lervig C
Jógvan Skorheim D
Kristian Eli Zachariassen D
Óli M. Lassen D
Beinta Klakstein D
Steinbjørn O. Jacobsen E