Mánadagin skrivaði John Johannessen, landsstýrismaður, undir leigusáttmála um nýtt føroyskt sjúklingahotell í Venøgade í Keypmannahavn.
Talan er um eitt nýtt sjúklingahotell, sum er bygt til endamálið og eftir ætlan flytur sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn í nýggju hølini í summar.
Frammanundan hevur Heilsumálaráðið gjørt avtalu við Nordicom A/S, sum eigur sjúklingahotellið, vit nú hava í Tåsingegade í Keypmannahavn, um at sleppa úr leigusáttmálanum í úrtíð.
- Kostnaðurin at sleppa úr verandi leigusáttmála er innanfyri karmarnar, ið løgtingið samtykti stutt fyri, at løgtingsval varð útskrivað, sigur John Johannessen.
Í nýggja hotellinum verður leigan 1,3 millión dýrari um árið enn hon er í hotellinum, vit nú brúka.
- Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at fylgja hesum málinum frá byrjan til endan, sigur John Johannessen.
Í nýggja sjúklingahotellinum eru munandi betri umstøður enn í hotellinum, vit nú hava.
Í hotellinum eru fleiri einmanskømur, so sjúklingar ikki noyðast at sova fleiri inni á sama kamari, men har eru eisini fýra smærri íbúðir og ein stór íbúð, umframt kømur til rørslutarnað.
Nýggja hotellið er tætt við Ríkissjúkrahúsið og har eru fleiri uppihaldsrúm, altanir og urtagarðar.
Har er eisini lyfta til sjúkrabøru og eisini munandi betri umstøður til starvsfólk.
Myndin er ein tekning av nýggja sjúklingahotellinum