Nýtt show til føroyingar

- Vit hava júst gjørt hetta showið, sum vit fara at framføra á Summar Festivalinum í kvøld. Føroyingar skulu uppliva, hvat vit hava tikist við, síðani vit vóru her seinast, sigur Nik – onnur helvtin av Nik & Jay

Í kvøld spæla Nik & Jay aftur í Føroyum. Teir eru eitt av stóru nøvnunum á Summar Festivalinum, sum byrjar í kvøld, og teir báðir jassarnir úr Danmark lova føroyingum eitt heilt serligt show í kvøld.

- Vit hava júst gjørt hetta showið, sum vit fara at framføra á Summar Festivalinum í kvøld. Føroyingar skulu upplivað, hvat vit hava tikist við, síðani vit vóru her seinast, sigur Nik.

- Tað snýr seg fyrst og fremst um tónleik, og tí vilja vit spæla so nógvar av okkara bestu sangum sum gjørligt. Vit hava eisini serligar gestir við okkum til Føroya hesaferð, so tað verður eitt øðrvísi upplivilsi, sigur hann.

Gestir hjá Nik & Jay í kvøld verða Joey Moe, Jinks og DJ Morten Breum, sum verður roknaður sum besti plátuvendari í Danmark.


Størri enn nakrantíð

Nik & Jay teljast millum stóru nøvnini í donskum tónleiki, og eisini her í Føroyum hava teir verið vælumtóktir seinnu árini.

Uppskriftin er í grundini rímiliga einføld. Teir rappa frískt og frekt yvir nøkur góð beat, og so svinga teir seg upp í einum melodiøsum og fangandi niðurlagi. Men uppskriftin riggar – umaftur og umaftur.

Nik & Jay gera framúr popptónleik, sum tey ungu taka til sín, goyma, brúka og virðismeta. Og tey, sum fyri nøkrum árum síðani hildu, at Nik & Jay vóru eitt smart upplop, sum ikki fór at halda, mugu trúgva umaftur. Stór virðing er um Nik & Jay eftir fleiri ár við støðugum hittum, og í longdini hevur teirra tónleikur hildið betur, enn nakar hevði roknað við.

Og teir duga framvegis. Teir gera framvegis nýggjar sangir, hava nógvar á bakkastokki, og bæði teir og onnur vita, at tá ið teir tveita nakað út á marknaðin, so endar tað vanliga við einum ovasta plássi á hittlista. Eisini her í Føroyum hava Nik & Jay ferð eftir ferð verið at funnið ovarliga á 15 teimum bestu – og teir verða nógv spældir í útvarpi.


Veitsla og innari friður

Leygarkvøldið spæla Nik & Jay á Skanderborg festivalinum, sum er ein av teimum allarstørstu í Danmark. Teir skulu lata stóra pallin aftur leygarkvøldið, og tað er nakað, sum teir hava droymt um í fleiri ár.

Men áðrenn tað skulu teir spæla eina stórslignað konsert í Klaksvík í kvøld.

-Vit eru ótrúliga glaðir fyri, at tað kundi lata seg gera. Upprunaliga var tað nevniliga ætlanin, at vit skuldu spæla í Klaksvík fríggjakvøldið, men tað var flutt til hóskvøld, og tað eru vit fegnir um, tí leygarkvøldið skulu vit enda Skanderborg festivalin, og tað er nakað, sum vit altíð hava droymt um, sigur Nik.

So lunnar verða lagdir undir eina dreymakonsert á Skanderborg við einari rimmar framførslu á Summar Festivalinum.