Nýtt savn fyri Williami Heinesen

Í framtíðini fer at verða høvið hjá bókmentafrøðingum, listafólkum og øðrum borgarum at vitja í nýggjum Heinesen-savni í havn. Hetta savn skal hýsa øllum tí rúgvismikla tilfarinum sum mæta skald okkara William Heinesen legði eftir seg.

Tórshavnar býráð hevur nevniliga tikið undir við at ein óheftur grunnur verður settur á stovn, sum skal reka eitt slíkt savn.
Við til ognina hoyra sethúsini, eitt hoyggjhús/fjós og so hyttan, har William vanliga sat og skrivaði.
Grunnurin, sum í framtíðini skal eiga ognina á Varðagøtu, fer at fáa eina eginogn uppá 275.000 kr., eins og kommunan letur ein stuðul uppá 800.000 kr. til at gera ognirnar í hóskandi standi.
Haraftrat veitir kommunan eina bindandi játtan um ein árligan rakstrarstuðul uppá 50.000 kr. og rindar eitt møguligt hall uppá 50.000 kr. um árið tey komandi 10 árini.
Hinvegin er eisini samband fingið við donsku fyritøkuna Velux, sum vanliga selur tøk og vindeygu, men sum fegin vil stuðla einum slíkum savni og grunni við peningi.
Arvingarnir hava eisini verið fegnir um hetta stigið, tí soleiðis kann alt tað sum finst í húsinum av søguligum verkum, lutum og bókum verða varðveitt.