Nýtt samvirkið kommunukort

Tann 16-02-1866 bleiv Tórshavnar kommuna, sum tann fyrsta føroyska kommunan, stovnað.

 

Tann 01-10-1873 blivu hesar kommunur upprættaðar, sum í høvuðsheitunum vóru tær somu, sum prestagjøldini:

Norðoya prestagjalds kommuna

Eysturoyar prestagjalds kommuna

Norðstreymoyar prestagjalds kommuna

Sameindu sókna kommunurnar í Suðurstreymoy

Vága prestagjalds kommuna

Sandoyar prestagjalds kommuna

Suðuroyar prestagjalds kommuna

 

Tá vóru sostatt einans 8 kommunur, men 3 ár seinni byrjaðu kommunurnar at fara sundur:

01-10-1876 Nólsoyar kommuna

01-10-1878 Hvalbiar kommuna

01-10-1879 Tvøroyrar kommuna

16-01-1892 Vestmanna kommuna

 

Nógv av kortunum hjá Umhvørvisstovuni eru nú savnaði á hesi síðuni:

http://www.us.fo/Default.aspx?ID=13816

 

Millum kortini finst samvirkna kommunukortið, har til ber at síggja, hvussu kommunumarkini sóu út frá 1866 fram til í dag.