Nýtt sambýli í Sandavági

Almannamálaráðið hevur keypt eini sethús í Sandavági, sum skulu nýtast sum sambýli fyri sinnisveik. Sambýlið er ætlað teimum, ið ikki hava bráðfeingis viðgerð fyri neyðini.

Stórur tørvur er á búplássum til sinnisveik. Hetta kunnu vera fólk, sum búgva heima hjá familju ella á psykiatrisku deild, hóast tey eru liðugt viðgjørd.
?Stovnanin av hesum sambýli er ein liður í arbeiðinum at bøta um viðurskiftini hjá teimum sinnisveiku, sum ikki eru før fyri at búgva einsamøll, men sum heldur ikki fáa varandi viðgerð?, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum. Ætlanin hjá landsstýrismanninum er at stovna sambýli fyri sinnisveik ymsastaðni í landinum komandi árini, og vónandi verður ætlanin um at byggja sambýli aftanfyri Eirargarð sett í verk í hesum árinum.
Endamálið við tí nýggja sambýlinum í Sandavági er, at búfólkini skulu fáa hjálp og stuðul at búgva saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Búfólkini skulu stimbrast og hjálpast til sjálvbjargni, so at tey, sum frá líður, verða før fyri at húsast fyri seg sjálvi.
Tað verður rúm fyri fimm sinnisveikum í tí nýggja sambýlinum í Sandavági, sum hoyrir undir Bústaðar- og virknisdeildina fyri sinnisveik í Heimarøktini og Serforsorgini.