Nýtt søgusavn eftir Hanus Kamban

Gulllgentan, sum savnið eitur, umboðar eina snaring frá realismu inn í dreym, mýtu og framtíð.

Gullgentan, tað fimta søgusavnið eftir Hanus Kamban, er útkomin og fæst nú í bókhandlunum.

Rithøvundurin hevur tað seinasta árið hildið til í býnum Freiburg í Suðurtýsklandi. Býurin liggur í statinum Baden-Württemberg, við at kalla 11 milliónum av íbúgvum. Freiburg er ein sokallaður ?grønur? býur, við góðum sporvognsneti, stórum bilfríum miðøki og reinum vatni, skolandi gjøgnum veitir í høvuðsgøtunum. Freiburg fekk fyri nøkrum árum síðani eina europeiska virðisløn fyri sína fagurfrøðiliga og umhvørvisliga frálíku býarskipan. Borgmeistarin er jødi.

Gullgentan er eitt savn við tíggju stuttsøgum. Tær flestu av søgunum eru skrivaðar í Freiburg, stuttan tein frá, har skógurin Schwarzwald tekur við. Tekstirnir umboða eina snaring í Hanusar søgukynstri, soleiðis at skilja, at lesarin í teimum verður leiddur út ígjøgnum veruleikans dyr ? og inn í dreym, søgn, ævintýr og framtíð.

Permumyndin er eftir ta ungu listakvinnuna Silju Strøm, sum somuleiðis hevur tríggjar myndir inni í bókini.

Við bókini fylgir eitt serligt, prýðiligt bókamerki, sum Føroyaprent hevur latið gera.

Gullgentan er sett, prentað og innbundin á Føroyaprenti. Perman er gjørd á Grafik Studio hjá Inga Joensen. Mentunargrunnur Studentafelagsins gevur bókina út. Bókin kostar 220 krónur.