Nýtt søgufelag fer longu til verka í morgin

Mikudagin varð eitt áhugafelag innan søgu- og ferðavinnu stovnað í Syðrugøtu. Nýggja felagið ber heitið ?Gøtu Søgusetur? og skipar sítt fyrsta tiltak í morgin. Endamál felagsins er at økja og haraftrat skipa mentanararvin í Gøtu. Við hesum er ætlanin skapa mentanar- og menningartiltøk og at vekja ans fyri fornminnum í sóknini, eins og miðað verður eftir at varðveita gamlar bygningarnar og umhvørvi við siðsøguligum virði. Umframt alt hetta er ætlanin somuleiðis at menna ferðavinnuna á staðnum við at nýta íblásturin frá ríku søguni og vøkru náttúruni.

Á stovnandi aðalfundinum mikudagin vóru møtt millum 30-40 fólk, har ein góð helvt av fundarfólkinum vóru ungfólk, sum hava víst stóran áhuga fyri søguni í Gøtu.

Fyrsta tiltakið hjá ?Gøtu Søgugestur? verður longu í morgin, leygardagin 25.august kl. 13. Tá verður ein gongutúrur gjørdur ígjøgnum bygdina við staðkønum søgufróðum bygdarmanni sum greiðir frá staðarnøvnum og frá søgum og sagnum tengdum at hesum.