Verandi vegur millum Húsavík og Dal er bæði smalur og ótíðarhóskandi.
Umframt hetta kemur ofta grót niður á vegin. Og tí hava fólk í Sandoynni leingi havt ynski um at fáa gjørdan ein tunnil til bygdina.
Higartil eru gjørdar jarðfrøðiligar kanningar, eins og kjarnuboringar eru gjørdar.
Út frá hesum varð somuleiðis gjørt eitt prosjektuppskot, sum altso Yvirfriðingarnevndin vrakaði orsakað av náttúruverndar ávum.
- Arbeitt verður tí í løtuni við at finna eina aðra hóskandi linjuføring, verður sagt frá Landsverki.
Sambært fyrra uppskotinum skuldi tunnilin verða góðar 2 kilometrar langur, og kom helst at kosta einar 100 mió. kr.
Ætlanin er nú at vegarbeiðini skulu bjóðast út í summar. Í ár eru játtaðar 7 mió. kr. til kanningararbeiðið.








