Føroya Náttúruverndarfelag hevur havt stóra útskifting í nevndini. FNU hevði aðalfund 5. Mai og vóru hesi vald í nevndina.
Elsa Annika Olsen, Hansina Dahl, Johann Jansson Petersen, Ólavur Mørkøre og Pætur Vágadal Joensen.
Tiltakslimir eru Hanus Vang, Kári Thomsen og Oddmar Juul Sørensen.
25. Mai 2010 var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg.
Ólavur Mørkøre var valdur til formann, Hansina Dahl var vald til næstforkvinnu og Pætur Vágadal Joensen var valdur til skrivara og kassameistara.
FNU er føroyska áhugafelagið, sum arbeiðir við náttúruvernd í Føroyum.
Eitt nú eitur tað danska felagið Danmarks Naturfredningsforening.
FNU var stovnað 12. Mars 1980, og var ein av stovnarunum Jógvan Mørkøre, pápi nývalda formannin, Ólavi Mørkøre. Ólavur er 24 ár og lesur í løtuni á 2. árið á Læraraskúlanum.
Kári Thomsen er fráfarandi formaður.