Náttúruvanlukkur í New Zealandi

Leygardagin var næststørsti býurin í New Zealandi, Christchurch, raktur av hørðum jarðskjálvta. Í dag komu eftirskjálvtar, glopraregn og ódn á 130 km/t. Jarðskjálvtin er tann ringasti, sum hevur rakt landið í 80 ár, og fyrstu metingarnar siga, at skaðar eru fyri meiri enn 10 milliardir krónur.

Sambært borgarstjóranum í Chrsitchurch, Bob Barker, eru allir íbúgvar í býnum raktir av vanlukkunum so ella so.

Hús eru rapað, bilar eru knústir og brotið glas er spjatt í øllum gøtunum. Nógva staðni er hvørki streymur ella vatn.

Mett verður at einir 500 bygningar eru oyðilagdir, og eftirskjálvtarnir fáa framvegis tak- og múrsteinar at rapa niður yvir gøturnar. Men har ein skriðja er lopin er onnur væntandi, og nú siga veðurforsøgnirnar glopraregn og ódn upp í 130 km um tíman. Tískil er væntandi at skaðarnir gerast enn størri.

Nærum 300 fólk eru flutt frá húsi og heimi og inn í kreppumiðstøðir, og hjálparfelagskapir føða góð 1000 fólk, sum ikki fáa matgjørt.

Eingin hevur tó latið lív.