Náttúruvísindadeildin og Jarðfrøðisavnið hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at menna fakligan førleika í Føroyum innan jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisverkfrøði. Samstarvið fer at fevna um gransking, universitetsútbúgvingar og savnsvirksemi. Við samstarvsavtaluni vænta partarnir at fáa styrkt um grundarlagið fyri at byggja upp dygdargóðan heimligan kunnleika og førleika innan hesi krevjandi og viðkomandi fakøki.
Jarðfrøðisavnið nýggja reglugerð
Jarðfrøðisavnið varð í fjør skipað sum sjálvstøðugur stovnur undir Oljumálastýrinum. Í nýggju reglugerðini fyri stovnin stendur m.a., at Jarðfrøðisavnið ?samstarvar við Fróðskaparsetur Føroya um undir-vísingar- og granskingaruppgávur á Náttúruvísindadeildini?.? Jarðfrøðisavnið hevur aðrar formligar samstarvsavtalur við Føroya Náttúrugripasavn um jarðfrøðiligar framsýningar og við Danmarks og Grønlands Geologiske Undersøgelse um jarðfrøðiligar kanningar og gransking v.m.
Samstarv um gransking
Til tess at fremja endamálssetningin í verki fara partarnir at kunna hvønn annan um granskingarverkætlanir og kanningar, ið eru í umbúna, soleiðis at bestu fortreytir verða fyri synergi. Ein týðandi partur í samstarvinum er, at partarnir kunnu nýta dátutilfar hjá hvør øðrum í granskingarverkætlanum v.m. Náttúruvísindadeildin hevur í seinastuni lagt dent á at menna phd-gransking innan jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisverkfrøði. Hetta verður mett at verða ein týðandi liður í menningini av føroyskum førleika á hægri stigi á fakøkjunum, ið samstarvað fer at verða um.
Universitetsútbúgvingar
Partarnir fara eisini at samstarva um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya innan jarðfrøði, jarðalisfrøði og kolvetnisverkfrøði. Á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum eru m.a. útbúgvingar í kolvetnisverkfrøði og jarðalisfrøði. Tað verður væntandi vaksandi tørvur á fólki í Føroyum við slíkum útbúgvingum, m.a. í oljuvinnuni og í fyrisiting í sambandi við hana. Partarnir lata í hesum sambandi tøkt kanningartilfar og dátur til seruppgávur hjá studentum, og vísindafólkini fara at virka sum fakligir vegleiðarar hjá studentunum.
Savnsvirksemi og ráðgeving
Í reglugerðini fyri Jarðfrøðisavnið stendur, at stovnurin ?hevur til endamáls at savna, varðveita, handfara og breiða út kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfrøðiligu náttúruvirðum.? Í tráð við hetta stendur í samstarvsavtaluni millum Náttúruvísindadeildina og Jarðfrøðisavnið, at partarnir virka sum serfrøðingar í sambandi við m.a. kunnandi virksemi á Jarðfrøðisavninum (framsýningar v.m.) og ráðgevandi verkætlanir.
Náttúruvísindadeildin og Jarðfrøðisavnið,
19. mars 2001










