Náttúrusvín á Leynasandi

Fyri nøkrum døgum síðani høvdu vit liggjandi góðveður í fleiri dagar við bakandi sól og lítlum vindi.

Hetta høvi brúktu nógv fólk at hugna sær uttandura bæði til fjals og í fjøru.

Ikki minst leitaðu fólkí hópatali sær á tær fáu sandstrendurnar vit hava at hugna sær við mati og drekka.

Men ásannast má, at ikki øll eru líka røsk at taka upp eftir sær.

Tá ið Svanna Patursson Nørspang fór sær ein túr í gjárkvøldið oman á Leynasand ein túr við hundinum, leyp tað í eyguni á henni, hvussu nógv órudd lá og fleyt allastaðni, bæði pylsubakkar, eingangsgrillir, eingangsgløs og heilir sekkir av burturkasti, sum fólk ikki hava tímað at taka við sær.

Tað er ilt at skilja, at fólk skulu vera so óumhugsin, at tey blaka slíkt frá sær, heldur enn at taka óruddið við sær – ella í minsta lagi fáa tað í onkra av ruskspannunum, sum standa beint við.

Við greinini eru tríggjar myndir, hon tók á Leynarsandi í gjárkvøldið. Men hon sigur, at hetta er bara ein lítil partur, tí órudd lá og fleyt allstaðni.

- Tað er fúl skomm, at fólk ikki kunna taka upp eftir sær tá tey eru úti í náttúruni, heldur hon.