Náttúrulund í Sundalagnum

Edmund Joensen og onnur í Sunda kommunu hava ætlanir um eina ferð at gera eina náttúrulund við Streymin, á Eysturoyarlandinum og Streymoyarlandinum, noran fyro og sunnan fyri brúnna

Mentanarvika er í Sunda kommunu, og á kvøldsetu í Eydnuni sunnukvøldið legði løgtingsmaðurin, fólkatingsmaðurin og náttúruvinurin Edmund Joensen fram eina ætlan, sum hann og onnur hava spælt sær við.
Sunda kommuna hevu víst ætlanini áhuga og hevur heitt á Edmund Joensen og hini um at arbeiða víðari við ætlanini.
Við á kvøldsetuni var eisini Tróndur Leivsson, landsskógarvørður.
- Drívmegin í hesum er so avgjørt Edmund Joensen, eg eri bara eitt slag av stuðulspedagogi, sigur Tróndur Leivsson.
Hann er bergtikin av ætlanini um at gera eina náttúrulund við Streymin.

Nýskapandi
- Tað er áhugavert og nýskapandi, at fólk ganga við slíkum tonkum, sigur Tróndur Leivsson.
Edmund Joensen setti seg í samband við landsskógarvørðin fyri at fáa leiðbeining í, hvat fáast kann burtur úr einum slíkum lendi.
- Møguleikarnir eru óendaligir. Tað ber til at planta trø og runnar og fáa lívd, so fólk kunnu vera har allar árstíðir og í øllum veðri, samstundis sum fuglalívið kann ríkast, tað ber til at fiska ella vera í fjøruni. Lendið er eisini soleiðis háttað, at fólk í koyristóli ella við øðrum vantandi førleika kunnu koma haðar. Tað kunnu gerast gøtur, og hetta hevi verið eitt gott øki til barnafamiljur við barnavognum.
Lendini eru so mikið stór, at har kunnu plntast eini 70.000 trø og runnar.
Tróndur Leivsson ivast ikki í, at trø og runnar fara at vaksa væl.
- Besta prógvið fyri tí er viðarlundin hjá Edmund Joensen og teimum. Fyri 19 árum síðan vórðu smáir runnar gróðursettir, og nú eru trøini høg.
Enn er langt á mál at fara undir at gera hesa ætlanin til veruleika, tí tað skulu nógv ymisk loyvi til. Fleiri eigarar eru, friðingarmyndugleikar skulu hoyrast o.a.
- Mær dámar ætlanina ótrúliga væl. Hetta er eitt kærkomið og sjáldamt uppskot í føroyskum høpi, sigur Tróndur Leivsson.
Tað eydnaðist ikki í dag at fáa orð á Edmund Joensen, tí hann var á veg til Danmarkar.