Nýtt reinsiverk í komandi mánaði

Umsíðir er líkt til at íbúgvararnir í Sørvági kunnu verða vísir í, at vatnið teir drekka er fullkomuliga reint.

Í farnu viku fóru menn nevniliga undir at seta upp tað nýggja reinsiverkið, sum skal tryggja bygdarfólkinum reint vatn.
Arbeiðið, sum menn frá Nomatek og Hanna Olsen gera, fer at taka einar tvær vikur aftrat.