Raul Gonzales Blanco setti um vikuskiftið enn eitt nýtt met fyri Real Madrid. Undan dystinum móti Valladolid hevði Raul longu metið sum mest skorandi spælarin í søguni hjá felagnum, og sunnudagin gjørdist hann eisini tann, sum hevur spælt flestar dystir fyri felagið. Undan dystarbyrjan fekk Raul serstakt steyp handað frá felagnum, og hann helt dagin við at skora tvey av málunum hjá Real Madrid í 4-2 sigrinum. Og dagurin gjørdist neyvan verri, tá tað stóð greitt, at Barcelona misti síni fyrstu stig við málleysum javnleiki móti Valencia.