At fara væl um, verja hótt djórasløg, plantur og serstøk viðbrekin øki, áir og vøtn, umframt at tryggja eitt reint havumhvørvi, er ein fyritreyt fyri framhaldandi trivnaði hjá okkum og okkara eftirkomarum. Men hetta er eisini eitt sterkt kort í mun til ferðavinnuna, alivinnuna og fyri at selja Føroyar, sum ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi.
Nýggj lóg neyðug
Gamla lógin um náttúrufriðing er ikki tíðarhóskandi og tryggjar ikki nóg góða vernd av náttúruni. Tí løgdu vit í Tjóðveldi seinastu tingsetu fram eitt uppskot til eina nýggja náttúruverndarlóg. Uppskotið (løgtingsmál 106/2010) fekk tíverri ikki undirtøku, men, tað er avgjørt eitt av mínum málum, at fáa politiska undirtøku fyri einari nýggjari lóg, sum er breidri, meira virkin og munandi meira framatrættað enn galdandi lóg.
Í lógini skal greitt ásetast hvussu vit varðveita og verja margfeldið í náttúruni - djór, plantur, landsløg, áir, vøtn og serstøk sjóøki. Ein heildarætlan fyri alt landið skal tryggja, at verndaratlit verða tikin í góðari tíð, og ikki í einari knappari vending verða sett upp ímóti vinnuligum virksemi og útbygging av samfelagnum.
Landsstýrisfólkið í náttúruverndarmálum eigur við jøvnum millumbili, til dømis annaðhvørt ár, at leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið, har týdningarmikil viðurskifti verða lýst. Slík aðalorðaskifti fara uttan iva at skapa størri tilvitan í Løgtinginum og almenninginum um støðuna í náttúruni, og fáa greitt fram, hvørji átøk eru mest átrokandi.
Bíða leingi
Longu í 1993 samtykti Løgtingið ST-sáttmálan um lívføðiligt margfeldni. Og í 2006 samtykti Løgtingið við stórum meiriluta, at heita á landsstýrið um at fylgja nevnda ST-sáttmála. Men, játtanin til arbeiðið at skráseta margfeldnið í føroysku náttúruni varð sama ár steðgað við teirri grundgeving, at nú fór ein náttúruverndarlóg, sum skipaði alt náttúruøkið, at koma. Síðani hevur verið bíðað. Nú tíma vit ikki at bíða meira. Nýggj náttúruverndarlóg skal samtykkjast komandi valskeið!