Náttúran verður gloymd í ferðavinnuni

Ferðavinnan hevur framgongd í Føroyum, men náttúran verður gloymd í nýggju vinnuni.

Tað heldur Føroya náttúru- og umhvørvisverndarfelag (FNU), ið sóknast eftir, at aktørarnir í ferðavinnuni taka meira ábyrgd fyri umhvørvinum.

Theresa Jákupsdóttir, talskvinna fyri FNU, vísir á, at økta talið á ferðafólki merkir størri CO2 útlát, tí at talið á flogferðum økist samstundis.

Harumframt vísir hon á, at at vit vita ov lítið um avleiðingarnar fyri føroysku náttúruna av øktu ferðavinnuni.

- Vit halda, at ferðavinnan kundi verið meira proaktiv í at stuðla lokalum kreftum í at verja náttúruna og umhvørvið, sigur Theresa Jákupsdóttir.

FNU metir ikki, at tað er ráðiligt at økja um ferðavinnuvirksemið í Føroyum í løtuni, og neyðugt er við náttúrumargfeldislóg, áðrenn ferðavinnan skal gerast ein størri partur av føroyska samfelagnum.

 

Les meira um hvat FNU heldur um ferðavinnuna í Vikuskiftissosialinum, ið kann lesast á netinum her.