Náttúran í Tórshavnar kommunu skal skína

Leygardagin 2. og hósdagin 7. mai verða ruddingardagar í Tórshavnar kommunu, har heitt verður á øll um at fara út at rudda og harvið vera við til at halda náttúruna í Tórshavnar kommunu so reina og ruddiliga sum gjørligt.

Kommunalu ruddingardagarnir eru eitt av fleiri átøkum í sambandi við árligu Umhvørvisvikuna í Tórshavnar kommunu, sum verður frá 4. til 10. mai. Endamálið er, at teir báðar ásettu ruddingardagarnar, sum eru leygardagin 2. og hósdagin 7. mai, fara øll út í náttúruna at rudda.

Lagt er soleiðis til rættis, at skótar, ítróttarfeløg, skúlar, eigarafeløg og onnur feløg stuðla tiltakinum við at rudda hvør sítt øki, og so taka virki, stovnar og handilsrekandi sær av at rudda nærumhvørvið.

Tann fyrra ruddingardagin verða tað eigarafeløg, skótar, ítróttarfeløg og onnur, sum rudda, og seinna ruddingardagin skúlar, barnagarðar, virki, stovnar og handilsrekandi. Samstundis heitir Tórshavnar kommuna eisini á onnur um at rudda frí- og felagsøki.

Kort yvir økini, sum skulu ruddast, fáast í Snarskivuni, gomlu Brandstøðini á Varðagøtu og Endurnýtsluni, og eisini síggjast hesi kort á heimasíðuni hjá kommununi á www.torshavn.fo. Ókeypis rusksekkir fáast á gomlu Brandstøðini á Varðagøtu, á Endurnýtsluni á Hjalla, á bingjuplássinum í Kollafirði og á bingjuplássinum í Nólsoy.

Leygardagin 2. mai standa bingjur á Óðinshædd, Skálatrøð, við skúlan á Løgmannabreyt, á parkeringsplássinum við Støðlagøtu á Argjum og í Havnardali. Í Norðadali, Kaldbak, Velbastað, Kollafirði og Hesti verða posar lagdir við bingjurnar, og í Syðradali, Kaldbaksbotni, Koltri og á Sundi verða posar bornir út.

Ber ikki til at avhenda ruskposar á bingjuplássunum, ber til at venda sær til Tórshavnar kommunu á telefon 254010 áðrenn klokkan 16.00 og avtala, at posarnir verða settir fram við vegnum, soleiðis at Tórshavnar kommuna avhendar teir. Eisini ber til at boða kommununi frá, um størri burturkast frá náttúruni skal avhendast.

Í sambandi við ruddingardagarnar ber eisini til at ringja Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu á telefon 254010, til Kollafjørð á telefon 254003 og Nólsoy á telefon 214069.