Sjómansmissiónin hevur skrivstovu í Nesvík og hevur ein sjómanstrúboðara í starvi. Hann hevur árliga uml. 300 vitjanir umborð á skipum og bátum.
»Øll« føroysk skip hava frá Sjómansmissiónini fingið sangbøkur, andaktsbók, lestrabók, sjónbond við andaligum innihaldi o. a. umborð. Hetta gevur sjófólkinum møguleikar fyri at hava lestur og andaktir umborð. Í vetur hevur eisini verið arbeitt við at givið útróðrarbátunum andaktsbøkur.
At alt hetta fjølbroytta arbeiðið er gjørligt kemur av, at tað eru fleiri, sum hava kærleika og umsorgan fyri sjófólkinum og fyri sjómansmissiónini.
Sjómansmissiónin fær ongan almennan stuðul, og tí eru tað tær frívilligu gávurnar, sum bera arbeiðið fíggjarliga.
Prædikuteksturin sunnudagin 4. juli er um fiskiveiði Pæturs Luk. 5,1-11. Tá er samstundis innsavnan í flestu kirkjunum til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Hervið skal ljóða ein hjartans tøkk til øll tykkum sum stuðla, og sum virkað í og fyri Sjómansmissiónini.
Guð signi sjófólkið og sjómansmissiónina!Í Norðoyggjum hevur í tíggju ár verið skipað fyri miðsummarhaldi.
Hetta haldið undir heitinum »náttúran og menniskja« verður í ár leygardagin 26. juni í Grøvini í Klaksvík.
Haldið byrjar kl. 14 seinnapartin, tá ið skótarnir tendra eldarnar, so øll, ið eru har kunnu gera brúk av teimum til at steikja eitthvørt á.
Fram móti kl. 19 um kvøldið syngja skótarnir skótasangir og kl. 19 verður so fólkafundur, har Charlotta Thorsteinsson, skótaleiðari og lærari, flytir fram røðu. Áðrenn og aftaná verður sungið úr sangheftinum við hjálp frá góðum sangkreftum í Klaksvík.
Síðani verður bálið tendrað niðri í mølini, meðan hildið verður fram við sangi.
Verða líkindi, verður farið ein gongutúr út í náttúruna, og í ár er ætlanin at ganga norð á Skarð, og tá ið komið verður norður verður greitt frá bygdini og bygdasøguni.
Gott er at ganga, men tað er ein drúgvur túrur, einar tveir til tríggjar tímar hvønn vegin, so roknast kann við, at túrurin tekur uml. sjey tímar.
Við vón um gott veður, ein góðan dag og gott summar.