Náttúran er sera sterk

- Hesin svartkalvin hevur mist ein part av høvdinum, og so kortini yvirlivir hann. Náttúran er sera sterk.

- Hesin svartkalvin hevur mist ein part av høvdinum, og so kortini yvirlivir hann. Náttúran er sera sterk.

 

Soleiðis skrivar Rósing Lydersen, sum siglir við havrannsóknarskipinum, Magnusi Heinason, og hann hevur eisini lagt viðheftu mynd av umrødda svartkalva út á sína Facebook-síðu.

 

Ymiskar kunnu søgurnar vera um fiskar og soleiðis eisini um svartkalva. Tað er eisini komið fyri, at svartkalvi er "spegilsvendur" - at hvíti og myrki liturin eru á øvutari síðu.

 

Um svartkalva annars verður sagt, at fiskurin í mesta lagi verður 125 sentimetrar langur, men siljafiskurin verður sjáldan longri enn 80 sentimetrar.

 

Svartkalvi er botnfiskur, sum heldur til á einum dýpi millum 200 og 2000 metrar, men er eisini uppi í sjónum og kann koma heilt upp í vatnskorpuna.

 

- Um bakið er hann myrkabrúnur, næstan svartur, og á blindusíðu er hann dimt brúnligur. Svartkalvi er høgravendur flatfiskur.

 

Lagt verður aftrat, at vinstra eyga kemur ikki heilt yvir á ovaru síðu, sum á øðrum flatfiskum, men verður verandi á kantinum á høvdinum.

 

- Svartkalvi hevur stóran kjaft við hvøssum tonnum og týðiligt undirbit. Svartkalvi verður nógv veiddur og er dýrur fiskur, verður sagt á www.snar.fo