Náttúran egna oljuvernd

Oljudálking gongur serliga útyvir fuglin. Men ein oljuvanlukka er ikki ein endalig vanlukka, har skaðin ikki bøtist aftur. Stórar oljudálkingar seinastu árini hava sýnt, at lívið í náttúruni kemur fyri seg aftur.

 

Men hetta skal ikki skiljast soleiðis, at oljudálking er vandaleys, hon fer tó nógv verri við fugli enn súgdjórum. Sjóleyvurnar sum vit síggja frá Galapagos í hesum døgum skulu nokk klára seg, sigur lívfrøðingurin Arne Nørrevang, sum fyri 10 árum síðan vitjaði Galapagosoyggjarnar saman við einum føroyskum ferðalagi.

? Oljudálking er ikki tann stóra hóttanin, sum fjølmiðlarnir mangan gera hana til. Náttúran megnar sjálv at koma á føtur aftur. Við Galapagosoyggjarnar er avlandsvindur í løtuni og hetta merkir at oljan frá strandaða skipinum spjaðist. Tey løttu evnini í oljuni fara upp í luftina sum bensinosi og tey tyngru fara at søkka sum frálíður. Men hendir ein stór oljudálking á einum avmarkaðum øki, og fer at reka móti landi, so kann skaði henda. Tað er serligfa fuglalívið oljan ger seg inn á. Fjøðurhamurin tolir ikki oljuna og hann gerst ótættur. Her norðuri hjá okkum merkir hetta, at fuglurin doyr av kulda. Men skaðin er ikki størri enn so, enn at hann rættast aftur eftir nøkur ár, sigur Arne Nørrevang. lívfrøðíngur.


Altíð olja í sjónum

Olja er altíð í sjónum og tað hevur hon verið frá araldstíð. Olja er í fiski, olja er í æti og olja lekur úr undirgrundini. Náttúran er tilbúgvin at taka í móti olju. So langt aftur, sum í 1550 legði ein norskur granskari merki til stóra oljudálking í Norðsjónum. Hetta var olja, sum var likin burtur úr undirgrundini. Flogfør, sum hava gjørt yvirlitsflúgvingar yvir føroyskum sjóøki, hava eisini avmynda olju, sum ikki stavar frá fólki, men er likin úr undirgrudini, sigur Arne Nørrevang.

? Í náttúruni finnst ein bakteria, sum livir av olju, er nógv olja í sjónum og nørist hendan bakteria og niðurbrýtur oljuna, sigur Arne Nørrevang.

? Hyggja vit eftir stórum oljuvanlukkum seinastu árini, eitt nú tann stóra í Prince Williams Sound í Alaska, so hevur náttúran megnað at koma fyri seg aftur. Tað einasta sum ikki er akkurát sum tað var, er gróðurin undir sjóvarmálanum. Tað tekur eitt sindur longur tið, áðrenn hetta kemur heilt í rættlag.

Aren Nørrevang sigur, at tað hjálpir lítið at vaska oljudálkaðan fugl. einasti mátin at fjørðurhamurin kann gerast í ordan aftur, er at fuglurin fær nýggjar fjarðar.

? Kemiskt at niðurbróta olju gevur heldur ikki góð úrslit. Hetta eru menn næstan hildnir uppat við í dag, tí hjáárinini á náttúruna eru ov stór. sigur Arne Nørrevang.