Ein meyra gongur á sandinum í Sahara og leitar eftir føði. Hon er kringsett av forvitnum vísindafólki úr Fraklandi, sum fylgja við lítla blettinum á heita sandinum. Tá meyran hevur gingið 125 metrar í 19 minuttir, finnur hon føðina og sleipar hana sama vegin heim aftur. Hvussu veit meyran, hvaðani hon kom? Hvussu ber tað til, at hon altíð finnur aftur sítt heim? Jú, sambært fronsku vísindafólkunum hevur heilin hjá meyruni eina avanseraða navigatiónsskipan, sum navigerar eftir sokallaðum polariseraðum strálum frá sólini. Tí finnur meyran altíð sítt heim.
Kanska bergtekur henda søgan ikki teg. Men hon bergtekur í øllum førum ein mann. Og hann eitur Richard Schwartson.
Undrast á skapanarverkið
Spurningurin um lívsins uppruna, menningarlæruna og sannlíkindini fyri Guds eksistensi hevur - eins og náttúruvísindi sum heild – leingi havt áhugan hjá Richardi. Og bøkur um slík evni fylla allan langveggin á stóru skrivstovu hansara í hølunum hjá Landsapotekaranum á Staravegnum í Havn.
Sjálvur hevur Richard eitt boð uppá, hvaðani alheimurin stavar. Handan allar stjørnubreytir, sól og mána, veður og vind, fjøll, skógir, menniskju, djór, bakteriur, atom og kyknur, finst ein ella annar. Eitt ella annað.
- Antin góðtaka vit nakna veruleikan um fysiska heimin, sum varð til eftir eina tilvildarliga spreinging fyri 15 milliardum árum síðani, ella góðtaka vit setningin um eina veru handan fysiska heimin. Eg havi valt tað seinna. Hetta er mín logiska og intellektuella niðurstøða, tá eg eygleiði og lesi um hendan ómetaliga kompliseraða og “fíntunaða” alheimin. Handan eitt og hvørt snið er ein sniðgevi. Og mín pástandur er, at handan hetta stóra listaverkið finst ein intelligensur. Eitt skapandi gløggskygni, sigur Richard.
Og haðani stavar hansara trúgv á Gud. Hann undrast á menniskjansliga heilan. Á náttúrulógirnar. Á lív- og alisfrøðina. Á, at tað yvirhøvur er liviligt hjá okkum menniskjum á hesi planetini. Um bert ein av mongu alheimsins náttúruskipanum svíkur, kann mannaættin hvørva eftir einum eygnabrái
- Jú fleiri vísindalig frambrot koma undan kavi, jú meiri undrist eg. Tí ganga trúgvin og vísindin hond í hond. Og tí er eingin andsøgn millum vísindi, vitan og upplýsing øðrumegin og trúnna hinumegin.
Men er skapanarverkið BARA fantastiskt? Hvat við allari neyðini og líðingini? Náttúruvanlukkunum? Er hesin heimurin ikki eins ljótur og órættvísur, sum hann er vakur? Og hvussu kann ein geva Gudi æruna fyri vakurleikan, uttan eisini at ákæra Hann fyri alla neyðina?
- Hesum spurninginum eri eg heilt einfalt ikki førur fyri at svara. Tað eru altíð spurningar, vit menniskju ikki hava nakra frágreiðing til, og spurningurin um heimsins líðing er ein av teimum truplastu, viðurkennir Richard.
Á vegginum omanfyri skrivaraborð hansara hongur ein plakat við setninginum: “The current state of knowledge can be summarized thus: In the beginning there was nothing – which exploded”. Eg spyrji hann um uppslagið.
- Hasin setningurin avdúkar ein trupulleika hjá einum og hvørjum gudsavnoktara. Hann hevur nevniliga einki svar á, hvussu alt byrjaði. Tað er ein náttúrulóg, at einki kemur av ongum. Alt hevur eina orsøk. Tað má lívið eisini hava. Tí hvussu kann “einki” blíva til “nakað”?, spyr Richard.
Og hann vísir á, at tað krevst eins nógv trúgv at avnokta Gud sum at trúgva á Gud. Spurningurin er og verður ein trúarspurningur.
- Tann, sum ikki trýr á Gud, er eins trúgvandi sum eg. Báðir partar hava eina meining um eitt mál, sum vit grundleggjandi ikki kunnu prógva. Spurningurin um Gud krevur tí altíð trúgv, líkamikið hvat svarið er, sigur Richard.
Ateistisk indoktrinering
Og júst hetta er ein trupulleiki sambært Richardi. Hann metir nevniliga, at gudsavnoktarar og ortodoksir neo-darwinistar mangan seta fram síni sjónarmið sum vísindalig fakta. Hóast vísindin ongantíð hevur prógvað lívsins uppruna sum tilvildarligar samanrenningar av ólívrunnum tilfari.
- Vit síggja hetta fyribrigdið allastaðni. At hálvir sannleikar, pástandir og trúgv mangan verða blandað saman og sett fram sum vísindalig ástøði, ið skulu greina alt. Ástøðið um, at fyrstu kyknurnar eru íkomnar av tilvild úr ólívrunnum tilfari, og at henda frumkykna síðan hevur ment seg til menniskjað, er als ikki prógvað. Men kortini umrøða nógv hesa læru sum eitt vísindaligt fakta. Úrslitið er, at vit mangan sita fjøtraði í einum neo-darwinistiskum búri, sigur Richard.
Hann vil hava, at vísindamenn við eini ateistiskari dagsskrá viðurkenna ivamálini í teirra tesum. At fakfólk, sum skriva lærubøkur til okkara fólkaskúlar, eru erlig og viðurkenna, hvørjar tesur eru prógvaðar, og hvørjar framvegis eru gitingar og trúgv.
- Tá eg sum 12 ára gamal drongur í Klaksvíkar Skúla opnaði mína lívfrøðibók og las, at “livet opstod i havet”, so billaði lærubókin mær inn, at hetta var fakta. Í staðin skuldi staðið, at spurningurin um lívsins uppruna framvegis er ógreiður, men at vit hava ymisk ástøði og gitingar, sigur Richard Schwartson.
Hann harmast um eina eintáttaða undirvísing um hetta evnið. Og hann krevur, at ein alment stuðlað lærubók í einum alment fíggjaðum skúla eigur at vera erlig, tá skúlabørn læra um lívsins stóru spurningar.
- Vit skulu ikki leggja eina teori fram sum fakta, um hon ikki er fakta, slær Richard fast.
Upplivingin av Gudi
Eitt er grundgevingin fyri eini fyrstu orsøk til sjálvt lívið. Eini trúgv á nakað, sum er størri enn vit og uttanfyri okkum. Men hevur trúgvin á Gud nakran týdning fyri lívið hjá Richardi?
- Eg eri trúgvandi kristin og havi eina persónliga uppliving av Gudi í gerandisdegnum. Hesin Gudurin er opinberaður ígjøgnum son sín Jesus Kristus, sum Bíblian talar um. Hetta er tað privata, persónliga og subjektiva aspektið av spurninginum um Gud, sigur Richard.
Men hvussu er hesin Gudurin vorðin persónligur? Hví júst tann kristni Gudurin?
- Tá kemur mín persónliga uppliving inn í myndina. Vísindin er objektiv. Tann persónliga upplivingin er subjektiv. Upplivingin av, at hesin Gudurin gevur vón og meining. Og hesa uppliving kann eg ikki kjakast um ella prógva rationelt. Trúgvin á kristindómin kann ikki mátast og vigast. Eins og tú heldur ikki kann máta og viga eitt tónleikaverk hjá Mozart, sum kortini bergtekur og fær teg at undrast, sigur Richard.
Richard greiðir frá, at trúgv hansara kom á ungum árum. Men eygleiðingar hansara av alheiminum hava síðani økt um forvitnið og styrkt trúnna á máttin handan alt lív.
- At trúgva á Gud er ikki at bíta tenninar saman og blunda. At trúgva á Gud er eitt lop, sum víðkar sjónarringin og opnar eyguni fyri eini nýggjari andaligari dimensión. Tilveran er sum ein leykur við fleiri løgum. Eitt er tað fysiska. Tað, sum vit kunnu sansa. Eitt annað er tað andaliga. Tað, sum er uttanfyri okkum sjálvi. Og lívið gerst fátæksligt, um vit ikki eru opin fyri hesi dimensión, sigur Richard Schwartson at enda.
~~~~~~~
Fakta:
Richard Schwartson.
Føddur í 1955.
Cand.pharm. frá Københavns Universitet í 1984.
MSc. í Information Systems frá De Montfort University í Onglandi í 1998.
Hevur starvast sum farmaceutur í Danmark og Onglandi. Starvast nú í Føroyum. Fyrrverandi næstformaður í Siðseminevndini og núverandi limur í Granskingarráðnum.
---
Religión og modernaða menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna og politiska rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er fjórði partur.