Náttúra og mentan

Mentanarnáttina verður Náttúrugripasavnið á Debesartrøð opið til kl. 22, har framsýngin av føroyska føroyskum djóra- og plantulívi umframt føroyskari jarðfrøði er at síggja Ikki minst er sera stuttligt hjá børnum at vitja her. Eitt nú er ein lesi- og teknikrókur ? Látrið ? har tað ber til hjá børnum at sita ella liggja saman við kópinum og lesa ella tekna. Har er eitt stórt úrval av bókum, ið snúgva seg um føroysku náttúruna.

Hevur tú áhuga fyri føroysku jarðfrøðini, so er nógv áhugavert at síggja her. Jarðfrøðin í Føroyum verður lýst bæði við teksti, myndum og lutum. Djóralívið er eisini væl lýst, t.d. ber til at síggja beinagrind av hvalum, skølt av avgusti og útstappaðan kóp, og kunning er um grindahval og grindadráp. Tað ber til at síggja sera nógv av fiskasløgunum, ið eru undir Føroyum. Harumframt eru fleiri framsýningarskáp, ið sýna bjargafugl, heiðafugl og smáfugl. Tað ber til at síggja hvítravn standa yvir reiðrinum hjá sær. Seinasti ravnurin við hvítum fjaðrum varð sæddur í 1946. Hetta frábrigdið er bert sæð í Føroyum, onga aðrastaðni í heiminum.

Tey, ið hava áhuga fyri plantum, kunnu nýta høvi at vitja plantufrøðiliga urtagarðin á Debesartrøð. Í urtagarðinum eru uml. 150 føroysk plantusløg, sum eru tikin heim úr bø og haga og plantað har. Har eru bæði vanligar og sjáldsamar plantur, t.d. eru fleiri ymisk sløg av føroyskum píli.

Til samans eru uml. 330 føroysk plantusløg, so í urtagarðinum er knappliga helvtin av føroysku plantusløgunum at finna. . Planturnar eru væl merktar við skeltum. Klokkan 20-22 verður fólk í urtagarðinum og greiðir frá plantunum.