Gongst sum ætlað, fer Helena Dam á Neystabø í hesum árinum at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt føroyskt málráð. Tað hevur hon svarað Sjúrði Skaale, løgtingsmanni, sum sóknaðist eftir, nær landsstýriskvinnan ætlar at seta málráðið, sum løgtingið fyri akkurát einum ári síðani, heitti á hana um at seta.
Í málráðnum skulu ymiskar málpolitiskar fatanir verða umboðaðar, og tað skal eisini hava myndugleika at taka avgerðir av málsligum slagi.
Løgtingið samtykti eisini, at vit eiga at hava eitt felags stavrað, sum skal endurspegla tann veruleika, at stavirnir cwqz og x verða nógv nýttir í Føroyum.
Helena Dam á Neystabø sigur, at í mars setti hon ein arbeiðsbólk at gera uppskot til eitt málráð við lógarfestum heimildum, so at vit hava ein sakkønan myndugleika, sum kann staðfesta eina stavsetingarorðabók, umframt eitt stavrað og annars skal kunna taka avgerð í øðrum, málsligum spurningum.
Arbeiðsbólkurin er nakað seinur á veg, tí hann skuldi vera liðugur 1. juni.
Men nú er eitt lógaruppskot við at vera klárt at verða sent til hoyringar. Tá ið tað er liðugt, verður tað lagt fyri Løgtingið og tað væntar hon, fer at eydnast fyri jól