Nýtt rúsevni etur húðina

Fleiri tilburðir við nýggja rúsevninum, krokodil, hava verið í Noregi og Týskalandi. Rúsevnið, sum av serfrøðingum verður hildið at vera tað vandamiklasta nakrantíð, er sterkari enn heroin og etur húðina hjá misnýtarinum

Rannvá G. Fossaberg

Seinastu fimm árini eru alsamt fleiri rúsevnismisnýtarar í Russlandi farnir at nýta sproytur við einum sera vandamiklum blendingi í. Høvuðpínutablettir, tynnari, jod og saltsýra, sum er innihaldið í nýggja rúsevninum, sum kallast krokodil, er væl sterkari enn heroin, men er als ikki líka dýrt sum heroin at ogna sær. Talið á misnýtarum, sum brúka krokodil í Russlandi, er vaksið so mikið nógv, at fleiri serfrøðingar vilja vera við, at talan er um eina epidemi.
Vandamikla rúsevnið er tó ikki nakað, sum einans er at finna í Russlandi, tí fleiri tilburðir, har rúsevnismisnýtarar hava tikið krokodil, hava verið í eitt nú Noregi og Týsklandi. Enn hevur evnið ikki verið at sæð í rúsevnisumhvørvinum í Danmark, men serfrøðingar ivast ikki í, at tað bert er spurningur um tíð, at vit síggja krokodil í Danmark. Rúsevnið kann koma til Danmarkar umvegis týska og svenska markið, men kann eisini framleiðast í landinum.

Prísir á heroini methøgir
Seinastu árini er tað blivið alsamt truplari at innflyta heroin úr Afghanistan til Russlands, og tað hevur ført við sær, at prísurin á heroini er nógv vaksin. Henda gongdin hevur havt stóra ávirkan á tær tvær milliónirnar av russiskum herionmisnýtarum. Russisku mynduleikarnir hava hesi seinstu árini staðfest eina økta sølu av pínustillandi tablettum, sum eru høvuðstilfar í heimagjørda heroininum. Serfrøðingar innan rúsevnismisnýtslu siga, at talið á migrenusjúklingum ikki er vaksið í Russlandi, men at tað eru fátøku rúsevnismisnýtararnir, ið keypa pínustillandi evni til at framleiða krokodil. Umframt pínustillandi tablettir inniheldur krokodil aloftast benzin, jod, tynnara, saltsýru og reytt fosfor, sum er lætt at skava av eini dós við svávulpinnum. Lætt at koma til og bíligari enn veruligt herion.

Krokodil er nýggja trendin
Mynduleikarnir eru varugir við nýggja rúsevnið, men internetið er framvegis á tremur við brúkaraleiðbeiningum, um hvussu krokodil skal framleiðast. Í Russlandi kunnu høvuðpínutablettir keypast uttan resept. Hetta hevur ført við sær, at ein sokallað misnýtaraepidemi hevur sæð dagsins ljós í Russlandi.
Krokodil kann framleiðast fyri undir ein brotpart av tí, sum heroin kostar, og harafturat er tað lættari at gerast bundin at krokodil enn heroin. Sambært rúsevnissefrøðingum er tað enn torførari at hjálpa krokodilbrúkarum úr misnýtsluni samanborið við heroinmisnýtarar. Tá ein heroinmisnýtari skal á avvenjing tekur tað vanliga millum fimm og tíggju dagar, áðrenn kropsliga pínan hvøvur. Ein krokodilmisnýtari, sum fer á avvenjing, kann merkja hesa pínuna í upp til ein mánað, og ikke er óvanligt, at viðkomandi fær sterkar pínutablettir fyri ikki at svíma av pínu.