Nýtt røktarheim eisini í Norðstreymoy

Vestmanna: Tað er ikki bert í Norðoyggjum og í Suðuroy at fólk tosa um bygging av røktarheimi.

Grannakommunurnar, Vestmanna kommuna og Kvívíkar kommuna, hava nú somuleiðis ætlanir um at gera tað sama.
Týsdagin í hesi vikuni sendu tær tí eina umsókn til Almana- og Heilsumálaráðið um stuðul til bygging av einum røktarheimi. Hetta skal byggjast í Vestmanna.
Verður hetta veruleiki, so verða tvey slík heim í Norðstreymoy. Um stutta tíð verður nevniliga røktarheimið í Streymnesi tikið í nýtslu.