Virkandi ríkisumboð, Lene Moyell Johansen, er nú sett sum ríkisumboð í Føroyum. Tað boðar danska forsætismálaráðið í tíðindaskrivi í dag.
Lene Moyell Johansen er 48 ára gomul og er útbúgvin løgfrøðingur. Hon hevur verið í starvi hjá Ríkisumboðnum síðan 2008 og hevur havt ábyrgdina av økinum av presóns- og arvarætti síðan 2011.
Lene Moyell Johansen hevur í fleiri umførum verið virkandi ríkisumboð og hevur eisini røkt sessin síðan Dan M. Knudsen fór í starv á danska forsætismálráðnum.