Fleiri nýggj partafeløg eru skrásett seinastu vikuna, sambært bl.fo. Jógvan Pauli og Nely Romulu Balid Haraldsen úr Sandavági hava stovnað Asian Food Restaurant, sum fer at reka virksemi innan matstovu, meðan Sigrið og Bárður Henriksen, Jóannes Henriksen og Tummas Kristian Henriksen úr Miðvági mynda Snarfrost, sum fer at fáast við fiskivinnu.
Business-line staðfestir eisini onnur tíðindi, sum hava staðið millum annað á in.fo seinastu tíðina. Skrásetingin vísir, at Birgir Nielsen hevur lagt ymisku nevndarsessirnar í Betri-samtakinum frá sær og at Aslaug Christina Gísladóttir er vorðin forkvinna í hansara stað, at Johnny í Grótinum stovnar egna ráðgevarafyritøku og at 62 norður hevur keypt Hotel Havn.
Allar broytingarnar eru at síggja her.










