Einans eitt nýtt partafelag er skrásett seinastu vikuna, sæst í yvirlitinum hjá Business-Line. Tað er V. F. Holding í Vestmanna. Í nevndini sita Tummas Christophersen, sum er formaður, Dánjal Jóhannusarson í Skálum, Eyðun Olsen og Bárður Poulsen. Eyðun Olsen er stjóri í felagnum.
Endamálið hjá felagnum er at eiga partapening í øðrum feløgum, at reka fiskivinnu, handil og annað í hesum sambandi.
Umframt hetta nýggja partafelagið, eru onkrar nevndarbroytingar skrásettar, millum annað í Bil Mini Taxa 96 í Havn, Pelagos í Fuglafirði og Sp/F Skúvadal og P/F Vestmanna Tourist Centre.