Nýtt oljufund í Norðsjónum

Norska oljufelagið Statoil er komið fram á eina oljukeldu einar 15 fjórðingar sunnan fyri tað syðra Oseberg-økið í Norðsjónum. Metingin hjá felagnum vísir, at millum 13 og 38 milliónir tunnur av olju eru í kelduni.

Hetta er aðru ferð innan fyri tveir mánaðir, at Statoil finnur nýggja oljuleið í hesum partinum av Norðsjónum. Tann fyrra, sum felagið fann í mai, var á leið líka stór sum tann, sum felagið nú hevur funnið.

Gro Gunleiksrud Haatvedt hjá Statoil sigur við fjølmiðlarnar, at Norðsjógvurin er framvegis eitt áhugavert leitiøki.