Nýtt oljufelag við í leiting við markið

Bretska oljufelagið Premieroil hevur keypt seg inn í loyvið 204/16 og 176/20 á bretskum øki, har Amerada Hess, Dong og BG frammanundan eru.

Oljuleiting

Premier Oil hevur keypt millum 16% og 20,8% av partinum hjá British Gas, sum var uppá 40% í hesum loyvum. Talan er m.a. um loyvið, har borað verður í løtuni og sum er at meta sum ein avmarkingarbrunnur fyri oljufundið, ið varð gjørt á landgrunninum í fjør. Á heimasíðuni hjá Premieroil verður víst á, at felagið er hugað fyri at víðka um sítt virksemi í bretskum øki.

Felagið vísir á, at brunnurin, sum í løtuni verður boraður við Amerada Hess sum fyristøðufelag er ein ?low risk apprailsal of the potentially significant Marjun-1 discovery? . Víðari stendur, at feleagið hevur optión uppá at taka á seg annað virksemi, sum BG hevur í økinum. Hetta kann tulkast sum at Premier Oil fyrr ella seinni hevur møguleika at keypa seg inn í partin, sum BG hevur í føroyskum øki.

Tað er so eisini eitt sindur av óvissu kring lutin hjá British Gas í tí loyvinum. BG var við í upprunaligu boringini, men tá avgjørt var at bora longur niður enn ætlað frá byrjan, vildi BG ikki vera við. Tað var tá, at Amererada Hess rakti við olju og gass. Síðani hevur ikki verið greitt, um BG fór at keypa seg inn aftur í tann partin av boringini. At BG nú selur út av sínum parti hinumegin markið kann benda á, at felagið er á veg út úr føroyska økinum. Ella at tað vil minka um sín part.