Nú eru seks oljufeløg við í leitiboring á Anne Marieleiðini á landgrunninum Nú eru so tíðindini um, at skotska oljufelagið First Oil Expro Limited nýggjur loyvishavari í oljuleitingarloyvi 005, endaliga váttað. Tað hevur verið frammi í eina tíð, og á Oljutinginum í farnu viku nevndi italski leitistjórin hjá ENI, at First Oil nú var við í boringini. Sambært heimasíðuni hjá Jarðfeingi hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, góðkent, at First Oil Expro Limited yvirtekur 5% av eigarapartinum hjá ENI Denmark B.V. í loyvi 005.
Eigaraviðurskiftini í loyvinum er nú hesi:
ENI Denmark B.V. (fyristøðufelag) 25%
Dana Petroleum (E&P) Limited 25%
OMV (Faroe Islands) Exploration GmbH 20%
Føroya Kolvetni P/F 12,5%
Cieco E&P (Faroe) Limited 12,5%
First Oil Expro Limited 5%
Boringin, sum byrjaði 23. juli heldur nú fram eftir ein drúgvan steðg, har ENI endurskoðaði allar trygdarskipaninar umborð á West Phoenix. Eftir ætlan verður liðugt at bora um hálvan oktober.