Landsliðsvenjari
Tá Henrik Larsen fekk at vita, at FSF hevði tikið støðu um, at sáttmálin við hann ikki varð longdur, var ein av grundgevingunum, at Fótbóltssambandið fegið vildi royna nýtt.
Tí hongur tað ikki heilt saman, tá »nýggja« loysnin er ein venjari, sum hevur verið hjálparvenjari í níggju ár. Ein spælari, sum hevur spælt 10 ár á landsliðnum. Og ein spælari, sum hevur spælt í 17 ár á føroyska fótbóltslandsliðnum.
Men Óli Holm, formaður í FSF, tóktist tó á ongan hátt skakaður, tá spurningurin varð settur.
- Alt annað líka, so er talan um eitt nýtt konsept, sum als ikki kann sammetast við tað, sum vit hava havt. Við hesum hava vit sett ein føroyskan venjara, sum hevur allar fakligar førleikar. Og vit hava ein hjálparvenjara, sum kennir føroyskan landsliðsfótbólt í odd og egg. Og tað haldi eg avgjørt hevur stórt virði.
- Annars eri eg ikki ein av teimum, sum haldi, at bara venjarin er útlendskur, so er alt gott. Í mínum hugaheimi er tað fult so týdningarmikið, at okkara venjaraverð - sum við árunum er vorðin sera væl útbúgvin - eisini fær álit. Vit hava í 11 ár havt útlendskan venjara, og vit í nevndini vóru allir samdir um, at nú var tíðin komin til eina føroyska loysn, staðfesti Óli Holm.










