Pussycat Dolls var fyrstu ferð frammi í 1993, og skiftandi kvinnur hava verið við í bólkinum, sum leggur eins stóran dent á dans og framførslur sum tónleik. Nógvir kendir sangarar hava havt gestframførslur saman við bólkinum gjøgnum árini, og millum teirra teljast Britney Spears, Christina Aquilera og Gwen Stefani.
Í 2003 var manningin í Pussycat Dolls skift út, og upptøkuroyndir vóru hildnir til nýggja bólkin. Hetta endaði við, at seks nýggjar kvinnur komu upp í, og tær hava nú veruliga vind í seglunum.
Sangurin Don't Cha, har tær hava tónleikaliga vitjan av Busta Rhymes, stendur seg væl á hitlistum í USA og Europa, og í kjalarvørrinum av hesum kemur fyrsta veruliga fløgan hjá bólkinum, PCD.
Pussycat Dolls kunnu nú eisini upplivast á konsertum víðahvar, og tær skulu verða við til stóra MTV hátíðarhaldið í Portugal í næstum.