Nýtt neyst til virt felag

Róðrarfelagið Knørrur er farið undir sølu av lutaseðlum við helst størsta vinningi nakrantíð. Peningurin fer til útvegan av nýggjum neysti til hetta virkna felagið

Kappróður


Havn: Knørrafelagið, sum tað vanliga verður nevnt, hevur nú 20 ár á baki og er so líðandi vorðið eitt skipað og virt felag í føroyskum kappróðri.
Felagið hevur vunnið hópin av FM-heitum, serliga við kvinnumanningini á Jarnbardi, sum hevur skarað framúr.
Felagið eigur eisini áttamannafarið Knørr, og næsta ár kemur eitt fimmmannafar upp í flotan.

Annað skil á
Jannie Dam Jacobsen, forkvinna í felagnum sigur, at øll hesi árini hevur felagið húsast í einum gomlum og ótíðarhóskandi neysti við Lágukei.
- Men nú skal fáast annað skil á, sigur hon í stuttari viðmerking.
Fyrsta tiltakið í hesum sambandi er ein stór lutaseðlasøla við vinningum, sum ikki hava verið at sæð áður.
Millum hesar ovurstóru vinningar er ein ein, har til ber at fáa ein gartnara at hampa um garðin, ella ein húsasmið at snøgga um húsini.
- Hetta er eitt stórt stig at taka, og tí verða allar kreftir settar inn, so at felagið kann fáa ein góða upphædd til bygging av einum nýggjum og tíðarhóskandi neysti til rógvarar og limir sínar, sigur Jannie Dam Jacobsen.

mynd

Kvinnurnar á Jarnbardi hava verið óførar við árunum. Nú ræður um at útvega felagnum eitt nýtt neyst við sølu av lutaseðlum við stórum vinningum