Nýtt navn til Monu Lisu

Ein týskur granskari heldur, at Mona Lisa í veruleikanum var Lisa Gherardini Smílið er kent um allan heim, men framvegis er stór óvissa um, hvør tað er, sum er málað á málninginum, Mona Lisa. Men í týska býnum Heidelberg verður hildið, at mann nú kann geva svarið.

Týskarin Viet Probst, sum er stjóri fyri universitetsbókasavninum í Heidelberg, sigur við Associated Press (AP), at serfrøðingurin hjá bókasavninum í hondskrift í einum brævi hevur varnast eina ávísing til, hvør kvinnan í málninginum Mona Lisa er.

Í brævinum, sum ein av fyrstu eigarunum av málninginum hevur sent, verður víst til eina kvinnu, sum eitur Lisa Gherardini. Gherardini var gift klædnahandilsmanninum Francesco del Giocondo úr Firenze, og tá Mona Lisa eisini er kend undir navninum La Gioconda, verður altso hildið í Heidelberg, at gátan um, hvør eigur heimsins kendasta smíl er.

Tað eru gott og væl 500 ár síðani, at Leonardo da Vinci málaði vøkru smílandi kvinnuna, sum vitjandi á Louvre nú bergtakast av, skrivar danska blaðið BT.