Landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, sum varðar av stovninum, hevur góðkent nýggja navnið og nýggja búmerkið.
Akstovan er nú heitið á stovninum, og við móttøkuna í dag avdúkaði landsstýrismaðurin navnið saman við nýggja búmerkinum, sum lýsingarstovan, Reproz, hevur gjørt.
Við hesum er nýggi "grafiski samleikin" hjá stovninum, sum við tíðini hevur fingið fleiri og fleiri uppgávur, nú avdúkaður.
Fólk, sum vóru til steðar, tóktust taka væl ímóti nýggja navninum og búmerkinum.
Stjórin á Akstovuni, Jákup Jacobsen, greiddi frá gongdini at broyta "virkisvirðið" fyri stovnin, sum hann tók til og vísti á, at dentur í hesum arbeiði hevur verið lagdur á at styrkja felags eyðkennið og felags virðir, bæði fakliga og menniskjansliga.
Til tess at náa hesum máli, hevur stovnurin havt fyritøkuna, Hugin, til hjálpar, og Jákup Jacobsen helt, at Hugin við hepnari hond hevur megnað at leitt stovnin gjøgnum tilgongdina.
Virðisorðini, sum Akstovan hevur valt at brúka, eru Trygd, Tænasta og Trivnaður - ella tey trý T'ini, sum orðini eisini verða rópt.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, segði eisini nøkur orð við móttøkuna og helt fyri, at nýggja navnið - tá ið ein tíð er fráliðin - fer at verða nýtt í dagligari talu, líka so náttúrliga, sum verandi navn verður nýtt í dag.
At enda við móttøkuna greiddi Allan Dalsgarð, sum starvast hjá Reproz, frá, hvussu komið varð fram til nýggja grafiska samleikan, sum Akstovan - ella fyrrverandi Bileftirlit Føroya - nú hevur.