Nýtt modell av Nýggjabergi

Í forkirkjuni í Miðvágs kirkju ber til at síggja eitt nýtt modell av skipinum, sum fórst í mars mánaði 1942.

Framsýning
Miðvágur: Tað er ikki ofta, at ein framsýning letur upp í Miðvágs kirkju.
Men sunnudagin fáa vestanstevnugestir høvið at vitja kirkjuna, har eitt nýtt modell av Nýggjabergi verður sýnt fram.
Tað er Petur Hans Poulsen í Havn, sum hevur gjørt hetta modellið. Hann er sonur ein av manningini, ið fórst við skipinum í 1942  tann 36 ára gamla stýrimannin, Hans Poulsen úr Havn.
Modellið av skipinum er sett í vakurt glasbúr, har ein eisini hevur fingið til vega nøvn og myndir av øllum 21 monnunum, sum fórust við skipinum.
Miðvágs kirkja er opin sunnudagin millum kl. 18 og 20.