Nýtt MJ telduspæl

Sambært USA Today er eitt nýtt telduspæl um Michael Jackson ávegis. Spælið snýr seg um at dansa á sama hátt sum popkongurin. Spælið eitur ?Michael Jackson the Experience?, har tú skalt royna at dansa eins og kongurin av popp. Spælið er bygt á ymisk sjónbandaløg og upptøkur av konsertum, har dansifetini hjá Jackson síggjast.

 

?Michael Jackson the Experience? kemur út til Nintendo Wii, PS3, X-box og Nintendo DS. Spælið kemur fyrst út í USA í desember, men man ikki tað skjótt finnur veg á evropeiska marknaðin eisini?