Atlantic Airways leggur í løtuni síðstu hond á síðstu fyrireikingarnar til eitt nýtt evropeiskt ferðamál.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, kann enn ikki siga nakað um, hvat fyri land talan verður um. Men hon sigur so mikið sum, at nýggja flogrutan verður til eitt land í Miðevropa.
- Tað er eingin loyna, at vit arbeiða við einum nýggjum evropeiskum ferðamáli. Vit arbeiða áhaldandi við at geva føroyingum møguleikan at sleppa út í heim, og beint nú arbeiða vit við einum nýggjum miðevropeiskum ferðamáli, sigur Jóhanna á Bergi, sum vónar, at nýggja ferðamálið eisini kann fáa fleiri ferðafólk til Føroya.
Hetta verður partur av summarflúgvingini hjá Atlantic Airways.
- Nýggja ferðamálið byrjar einaferð í mai ella juni mánaða komandi ár, sigur Jóhanna á Bergi.
Áðrenn allar avtalurnar eru komnar uppá pláss ber ikki til at siga meira. Atlantic Airways stjórin væntar at almannakunngera tíðindini í endanum av hesum mánaðinum.
- Vit hava ikki váttað nakað enn, og vit arbeiða við endaligu formalitetunum beint nú. Tað verður nokk síðst í mánaðinum, at tað verður klárt, sigur hon.