Allir teir fýra føroysku svimjararnir, sum luttaka í HM-kappingini í Melbourne í hesum døgum, vóru í hylinum í nátt.
Fyrst vóru tað tær báðar genturnar úr Tvøroyrar Svimjifelag, Mona Simonsen og Jutta Thomsen, sum skuldu taka lut í kappingini á teininum 800 m frí. Gamla metið á teininum átti Jutta Thomsen við tíðini 9.33,64, men hetta metið stóð ikki longur, tá tær báðar føroysku genturnar vóru lidnar at svimja. Mona kom nevniliga á mál í sera góðu tíðini 9.18,65, og sostatt tók hon heili 15 sekund av gamla metinum hjá Juttu !! Jutta kom á mál í tíðini 9.32,79, og við hesi tíðini svam hon eisini undir gamla metið. Tær báðar endaðu á ávikavist 35. og 42. plássi av 49 svimjarum.
Pál Joensen og Kristian Olsen vóru eisini í hylinum í nátt, tá teir luttóku á teininum 50 m frí. Kristian kom á mál í tíðini 24,65 sekund, meðan Pál svam í tíðini 26,03 sekund. Teir blivu ávikavist nummar 77 og 115 av 178 luttakarum.
Næstu nátt verður síðsta kappingin, har føroyingar luttaka í. Tá skal Pál Joensen svimja 1500 m frí, og hetta má metast at vera hansara størsta styrki.










