Føroyskt met
Nú í flettingini hoyrist nógv um at summi kappast um at hava tann feitasta veðrin.
Men tað verður eisini kappast um annað sambandi við slakt.
Hesi seinastu árini hevur eitt nú eisini ein kapping tikið seg upp um at fáa tann longsta sperðilin.
Og nú flettingin er farin at halla, er aftur eitt nýtt føroyskt met sett í sperðlum.
Tað var ein seyður, sum varð flettur í Sandvík mánakvøldið. Tá ið sperðilin varð strektur út og tummastokkurin lagdur á, máldi hann ikki minni enn 5,87 metrar og so langan sperðil veit ongin um at siga áður.
Gamla metið vóru tað eisini suðuroyingar sum áttu, tað vóru Rólant Sørensen og Álvur Enni á Tvøroyri, sum í fjør stungu ein sperðil, ið var 4,95, so sandvíkarsperðilin var næstan ein heilan metur longri.
Tók ein tíma
Tað var tá ið teir skuldu fletta hjá Renhard Thomnsen í Sandvík mánakvøldið, at teir settu sær fyri at royna at seta nýtt met í sperðli.
Teir høvdu nógvan seyð at fletta og ein av seyðunum var ein seks ára gomul ær.
Hørður Vang plagar at fletta, men hesuferð høvdu teir fingið Hjørleif Thomsen úr Hvalba yvir at hjálpa teimum og honum hevur altíð dámt at gera nógv burturúr at stinga sperðil, tá ið hann flettur.
? Eg havi altíð roynt at fingið sperðlarnar so langar sum gjørligt, tí eg haldi, at teir eru eitt tað besta við øllum slaktinum, sigur hann.
Hann sigur til stuttleika, at hann verður so argur, tá ið sperðilin miseydnast, at hann hevur bestan hug til at ripa alt krovið út í tún, so høgt gongur hann uppí at fáa ein góðan sperðil.
Tað at hann altíð roynir at fáa so langan sperðil sum gjørligt hevur eisini havt til úrslit, at hann hevur havt øgiliga langar sperðlar upp á yvir fýra metrar.
Hann hevur funderað eitt sindur yvir hetta her og hann sigur, at tilsamans hevur hann stungið minst 200 metrar av sperðli, verða teir allir lagdir saman.
? Fyri einum átta árum síðani stakk eg ein upp á 4,92 og tað var longsti sperðil, nakar visti um at siga í fleiri ár.
Men tá ið tvøramenn so í fjør komu við einum uppá 4,95 metrar, setti eg mær fyri, at eg skuldi royna at sláa tað metið.
Tí var lítið at ivast í, tá ið teir fóru undir ærina mánakvøldið, tí skal ein fáa langan sperðil, er best at royna við eini ær, tí ærssperðlarnir eru teir longstu.
Hann sigur, at tað gekk sera væl at venda sperðlinum.
?Kunsturin er at hava nóg mikið at vatnið hjá fyri at halda sperðlinum bleytan. Vatnið skal ikki vera kalt. Men tað skal heldur ikki vera meiri enn akkurát kuldsligið, tí er tað ov heitt er tað skjótt, at sperðlarnir loypast og so er spælið spilt.
Men tá ið hann skuldi stingast, kravdust bæði lættar hendur og størsta varsemi, tí tað er skjótt at so langur sperðil skrædnar.
Men tað eydnaðist at fylla hann. Hjørleif sigur, at hann plagar at stinga eitt nýrapetti í hann fyrst fyri at fáa tað at glíða betri. Onnur plaga at stinga eitt lungnapetti í hann fyrst, og uppaftur onnur stoyta eitt sindur av lunkaðum vatni, ella blóði í hann, fyri at fáa fylluna at glíða lættari í sperðilin. Men sjálvur er hann fastur í trúnni uppá nýrapetti og so at hava nóg mikið av kuldslignum vatni í kokuni, so at sperðilin ikki stirðnar.
Umframt nýrini, fóru lundini, burturúr síðunum og hindin í sperðilin, men tað varð eisini skorið niðurvið hálsinum og at enda fóru heili seks hjørtur í sperðilin fyri at fylla hann.
Ærin sjálv var annars ikki so at reypa av, tí hon vigaði ikki meiri enn 30 pund.
Hetta verður kanska ikki seinasti metsperðilin, sum teir hava í ár. Teir hava eina tvær ær eftir at fletta og Hjørleif og Hørður siga, at nú hava teir fingið blóð upp á tonnina og hann ætlar at royna at fáa ein sperðil upp á seks metrar burturúr.