Nýtt met: 34 milliónir fyri 30 sekund

 

Í kvøld verður Super Bowl. Tað er finaludysturin í amerikanskum fótbólti, sum er størsta ítróttarhending í USA og millum størstu í heiminum.

Prísirnir á lýsingum, sum verða vístar í sambandi við Super Bowl, eru sera høgir, og aftur í ár seta prísirnir met.

Í ár kostar ein lýsing, sum er 30 sekund til longdar, í miðal 34 milliónir krónur at verða send í sambandi við Super Bowl sjónvarpingina. Roknað verður við, at bert í USA verða yvir 100 milliónir hyggjarar

Stóru fyritøkurnar, sum leggja nógv fyri í marknaðarføringini í Super Bowl, brúka eisini nógvar pengar í døgunum upp undir Super Bowl til at gera vart við sína lýsing.

Nógv verður eisini gjørt burtur úr showinum í hálvleikinum av dystinum, og í ár er Lady Gaga á pallinum.

Lutakastið undan dystinum standa fyrrverandi forsetin George H. W. Bush, og kona hasara Barbara Bush fyri.