22 ár og 206 dagar. So gamal - ella ungur - var Lionel Messi, tá hann í gjár skeyt sítt mál nummar 100 fyri Barcelona. Og við hesum er hann nógv tann yngsti spælarin, sum hevur rokkið hesum tali.
Metið undan hesum átti Mariano Martín, sum var 24 ár og 60 dagar, tá hann rakk hesum talinum.
Enn eru tó 14 spælarar framman fyri Messi á samlaða máltindinum hjá Barcelona, men uttan iva hevur argentinski áleyparin ætlanir um at skjóta fleiri mál enn tey 101, sum hann nú hevur skotið.
Barcelona vann dystin móti Sevilla í gjár við 4-0, og er felagið nú fimm stig framman fyri Real Madrid í bestu sponsku deildini.










